Lions Club Tórshavn - Vit hjálpa

Lions Club Tórshavn er partur av altjóða netverki av lokalum Lions klubbum kring heimin. Virksemið fevnir um ymiskt almannagagnligt hjálpararbeiði.

Slide 1

Ólavsøkuframsýningin 2023

Lions Club Tórshavn skipar aftur í ár fyri listaframsýning í Müllers Pakkhúsi á Ólavsøku. Framsýningin verður í døgunum hósdagin 27. til sunnudagin 30. juli 2023. Les meiri her...

Myndakalendarin

Lions Club Tórshavn selur á hvørjum ári ein myndakalendara. Allar inntøkur fara óskerdar til vælgerandi endamál.

Jólahugni í Viðarlundini

Fyrsta sunnudag í advent á hvørjum ári skipar Lions Club Tórshavn fyri jólahugna í Viðarlundini í Havn. Við at keypa sær kakao, bollar, vaflur, sunkist, jóladekoratiónir, brenni, tilfar til dekoratiónir og annað kanst tú stuðla einum góðum endamálið.

Stórsteypadysturin

Lions Club í Føroyum skipar saman við Fótbóltssambandi Føroya fyri stórsteypadystinum, sum hvørt vár verður spældur í Havn millum føroyameistararnar og steypavinnararnar frá árinum fyri. Hetta er samstundis fyrsti almenni dystur í kappingarárinum.